Búmerkið hjá felagnum
12. apr. 2024

TAKS, a Gun For Hire?.

So næstu fer eg havi hug á einari góðari whiskyfløsku av tí dýrara slagnum, tørvar mær ikki at keypa hana. Eg kann biðja Taks fara í Rúsuna at stjala hana fyri meg.

Framhald av grein um Heilsutrygd og Heilsumálaráði, sum púra síggja burtur frá dóminum, ið sigur at Heilsutrygd ikki kann krevja gjald frá mær fyri mína útlendsku inntøku úr Noregi.

Og í vikuni fekk eg krav frá Taks um heilsutrygdargjald fyri mína seinastu inntøku av tí slagnum, eftir at eg í januar í 2023 leðgist uppá land.

So var tað eg hugsaði at um eg taki okkurt frá onkrum av órøttum, er tað stuldur.

Um eg gjaldi onkrum øðrum at gera tað fyri meg, eri eg framvegis sekur í stuldrin og hin, sum ger tað fyri meg, er líka sekur og tað endar við at løgreglan kemur eftir okkum báðum. “Hæler og stjæler får samme løn”, sum sagt verður á donskum.

Men hvat nú um Heilsutrygd, væl vitandi at tað er ólógligt, fær Taks at taka pengar frá fólki og Taks ger tað, hóast Taks eisini veit at tað er ólógligt?

Eru so ikki bæði Taks og Heilsutrygd sek í stuldri?

Fer so ikki løgreglan og bankar uppá hjá Egili á Bø og Eyðuni Mørkøre og tekur teir við á støðina, eins og tey høvdu gjørt við meg og mín samseka í hugsaðu støðuni omanfyri, tá hon var uppklára?

Í málinum við Heilsutrygd og Taks hevur løgreglan lætt spæl. Teimum tørvar als ikki at uppklára nakað, tí stuldurin er farin fram á áljósum degi, púra ósmæði frammanfyri stórari fjøld av leikum og lærdum vitnum.

Sum tað eitur á amerikonskum filmsmáli; hendan sakin er “a slam dunk”.

Men tá so er at løggan ikki fer eftir Egili á Bø og Eyðuni Mørkøre, átti vit onnur kanska at roynt at fingið nyttu burturúr hesum.
Tí tað sær út til at man púra órevsaður kann senda Taks at stjala fyri seg.

So næstu fer eg havi hug á einari góðari whiskyfløsku av tí dýrara slagnum, tørvar mær ikki at keypa hana. Eg kann biðja Taks fara í Rúsuna at stjala hana fyri meg.

So kann man lata hugflogið ráða, um tað okkurt annað ólógligt man kann fáa Taks at gera. Kanska er tað bara ein spurningur um prís? A gun for hire?

Dánjal Jákup Meinertsson 
fyrrv. Formaður