Tíðindi
Ársaðalfundur 2012
Hey øll Lýst verður hervið til Ársaðalfund hjá felagnum. Fundurin verður tann 11. Februar 2012 kl.14 á Vinnuháskúlanum í Havn. Vegna serligar umstøður er skotsbráði ov stutt fyri at...
Kjak
Kjak á Antares.fo
Limir hjá Antares hava møguleika at kjakast um mangt og hvat í samband við virksemi Antares, og mangt annað.
23.10.2011  Skip
23.10.2011  Skattur undur Nor
Gerst limur

Frítíðarfelagið Antares er eitt áhugafelag fyri kvinnur og menn sum hava eitthvørt
tilknýti til sjóvinnu á sjógvi sum á landi. Ídag so starvast tey flestu av okkara limum
í Farmasigling og Frálandavinnu. Tó eru nøkur sum starvast á landi. Felagið hevur ídag 290 limir, og er limatalið støðugt vaksandi. So hevur hettar tí áhuga, so er bara at halda seg til. Limagjaldi er ásett til 200,- kr árliga.

Trýst her fyri at melda teg inn sum lim.

Endamál felagsins
Felagið var sett á stovn 5.Juni 2004.

- virka fyri at nøra um samstarv og samanhald í millum limirnar, og ímillum familjur teirra.
- eftir førimuni at verða teimum limum til hjálpar, sum á ein ella annan hátt koma illa fyri.
- eftir førimuni at veita limum ráð og vegleiðing um skattaviðurskifti, pensjónsviðurskifti o.a.
- skipa fyri fyrilestrum og á annan hátt savna inn vitan til limirnar.
- skipa fyri tiltøkum so sum útferðir, bowling, veislum og annað sum kann nøra um samanhaldið.
- at samanseta og senda út tíðindi til Skip og bátar.
Rák