Búmerkið hjá felagnum
20. nov. 2026

Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur (1/3).

Føroyskir arbeiðstakarar, sum arbeiða uttanlands, eru ikki ein byrða fyri føroyska samfelagið. Men tá ið vit kjakast um skattligu treytirnar hjá teimum, mugu vit eisini skilja, hvønn arbeiðsmarknað tey eru partur av, og hvørjar møguleikar tey hava í Føroyum.

Áhugafelagið Antares vil við hesum gera viðmerkingar til tvær nýggjar greinar, sum hava verið frammi í kjakinum um skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands.

Í greinini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, „Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?“, og í oddagreinini hjá VP, „Tað skal loysa seg best at arbeiða í Føroyum“, verður dentur lagdur á, at føroyska vinnan manglar arbeiðsmegi, og at landsstýrið við sínum uppskoti ger tað skattliga meira lokkandi at arbeiða uttanlands.

Tað er sjálvandi eitt skilagott mál, at tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, og at føroyskir arbeiðsgevarar skulu hava góðar møguleikar at manna síni størv. Men kjakið verður ov einfalt, tá ið einans verður hugt at skattligu viðurskiftunum hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, uttan at taka hædd fyri, hvørjum arbeiðsmarknaði tey eru partur av.

Altjóða arbeiðsmarknaðurin er veruleikin

Føroyskir navigatørar og maskinmeistarar, sum arbeiða í altjóða shipping- og offshorevinnuni, eru partur av einum altjóða arbeiðsmarknaði.

Teir kappast ikki fyrst og fremst við føroyskar arbeiðstakarar um somu størv. Teir kappast við navigatørar og maskinmeistarar úr øðrum londum, sum hava somu útbúgving, førleikar og royndir.

Í hesum sambandi er neyðugt at skilja millum at vera kappingarførur á einum altjóða arbeiðsmarknaði og at fáa ein serligan fyrimun fram um føroyskar arbeiðstakarar.

Tað er ikki eitt krav, at skatturin hjá einum føroyskum navigatøri skal vera lægri enn skatturin hjá einum føroyskum arbeiðara. Men tað er heldur ikki rímiligt at síggja burtur frá, at føroyski navigatørurin kappast við starvsfelagar úr øðrum londum, sum hava aðrar skattligar og sosialar treytir.

Um føroyskir arbeiðstakarar skulu rinda munandi meira enn starvsfelagarnir í øðrum londum, kann tað fáa avleiðingar. Antin mugu lønirnar hækka fyri at javna munin, ella fara fólk at umhugsa aðrar loysnir. Tað kann vera at skifta arbeiði, flyta bústað ella arbeiða undir einari aðrari skattaskipan.

Hetta er ikki bert ein teoretiskur møguleiki. Tað er ein veruleiki á einum altjóða arbeiðsmarknaði, har arbeiðsgevarar hava møguleika at velja arbeiðsmegi úr nógvum londum.

Hvar mangla vit arbeiðsmegina?

Ein av høvuðsgrundgevingunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at føroyska vinnan manglar starvsfólk við røttu førleikunum, og at skattligu broytingarnar kunnu gera tað truplari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at kappast um arbeiðsmegina.

Hetta er ein verulig avbjóðing, sum eigur at verða tikin í álvara. Men spurningurin er, um loysnin er at gera tað skattliga verri hjá føroyingum at arbeiða uttanlands.

Tá ið vit siga, at Føroyar mangla arbeiðsmegi, eiga vit eisini at spyrja: Hvar mangla vit arbeiðsmegina, og hvørjar førleikar mangla vit?

Mangulin er serliga sjónligur innan tænastuvinnurnar, á eldraøkinum og á øðrum økjum, har tørvurin á arbeiðsmegi er stórur. Men eru tað júst navigatørar og maskinmeistarar, sum vit mangla har?

Fleiri enn 1.000 føroyingar, sum verða raktir av teimum umrøddu skattabroytingunum, arbeiða uttanlands. Føroyar hava ikki arbeiðspláss til øll hesi fólkini innan teirra útbúgving og fakøki.

Skulu vit so vænta, at tey flyta heim og taka størv, sum tey ikki eru útbúgvin til? Ella skulu vit rokna við, at tey skifta yrki og byrja av nýggjum?

Tað kann sjálvandi vera ein møguleiki hjá summum, men tað er ikki ein realistiskur arbeiðsmarknaðarpolitikkur at byggja á.

Um politiska ynskið er, at fleiri av hesum fólkunum skulu arbeiða í Føroyum, má føroyski arbeiðsmarknaðurin eisini kunna bjóða teimum størv, sum samsvara við teirra útbúgving, førleikar og royndir.

Tað er ikki nóg mikið at staðfesta, at vit mangla arbeiðsmegi. Vit mugu eisini hyggja at, um vit hava arbeiðspláss til júst tey fólkini, sum vit við skattligum broytingum vilja eggja heim aftur.

Tað skal sjálvandi loysa seg at arbeiða í Føroyum. Men tað eigur ikki at vera neyðugt at arbeiða í Føroyum fyri at kunna varðveita sítt heim og sítt tilknýti til føroyska samfelagið.