24. nov. 2025
Hálvir sannleikar og heilar villleiðingar (3).
Hetta er triðja av fleiri greinum frá Magna Skaale, formanni í Antares, um støðuna viðvíkjandi teimum, ið arbeiða uttanlands.
Hálvir sannleikar og heilar villleiðingar (3)
Eg má spyrja aftur: Hvussu skal løgtingið taka logiskar niðurstøður útfrá justeraðum sannleikum og beinleiðis villleiðingum?
Norsku reiðararnir sendu so eitt bræv til føroysku myndugleikarnar. Eitt bræv, sum ikki hevði komið fram fyri almenningin, um eg ikki legði tað út í einum lesarabrævi. Men føroysku myndugleikarnir hirdu ikki so frægt sum at at svara.
Stutt fyri ólavsøku sendu teir enn eitt bræv, hesuferð á enskum, men einki svar kom frá føroysku myndugleikunum. Føroya Løgting hevur einki fingið at vita um hetta brævið. Eg fari tí at vísa tykkum, hvat teir hava spurt um: