Búmerkið hjá felagnum
23. okt. 2025

Hoyringsskriv til uppskot um dagføring av eftirlønarlógini..

Hetta hoyringsskriv er sent til Fíggjamálaráðið í samband við ætlaða broyting í eftirlønarlógini

Fyrst vil Antares heita á FMR at í framtíðini at senda Antares uppskot til hoyringar, ið viðvíkjir øllum viðurskiftum, ið hava ávirkan á løntakara og onnur í starvast uttanlands.

Til uppskot um at dagføra eftirlønarlógina hava vit einans viðmerkingar til tað sum viðvíkur punkt 11 broyting av §18 í eftirlønarlógini.

1.      Orðingin í §18 eigur at umfata aðrar skipanir enn NAV og eftirlønarskipan uttanlands. Orðingin eigur at broytast so at hon er enn meira í samsvar við Norðurlendsku Konventiónina um Sosiala Trygd og møguligar aðrar skipanir Føroyar hava avtalu um, við onnur lond. Tá einans NAV verður nevnt kunnu Føroyingar, ið eru sosialt tryggjaðir í t.d. Svøríki koma í klemmu, tí hesin gjalda inn og skulu fáa eftirløn frá Svøríki.
Hetta hongur eisini saman við øðrum uppskotið frá AMR um at dagføra lógina um Almenna Pensjónir so rætturin til fólkapensjón úr Føroyum verður skerdur um rættur til sosialpensjón er vunnin aðrastaðni.

2.      Antares metir ikki at Landstýrið, sum tað er við hesum uppskotið, skal eggja persónum at hava fleiri smár eftirlønaruppsparingar. Hetta viðførir at ein størri partur av av uppsparingini fer til umsiting, høgt ÁKP, sum gevur eitt minni útgjald við eftirlønar aldur. Heldur eigur Taks at áleggja viðkomandi persóni at gjalda írestandi gjald inn til tað eftirlønarskipan viðkomandi hevur uttanlands. Um hetta ikki er møguligt er neyðugt at rinda inn til føroyska skipan.

3.      Taks skal ikki gera eina meting av um eftirlønarskipanin er nøktandi tá viðkomandi er sosialt tryggjaður í arbeiðslandinum. Einans privat skipan viðkomandi hevur uttanlands skal Taks meta um er nøktandi.

4.      Sosialar pensjónir í Danmark og Grønlandi skullu eisini at telja við í samlaðu inngjaldingini til eftirløn. Í Danmark er talan um t.d. inngjald til ATP.  Og OP (Oblikatorisk Pension).

 

Eitt uppskot til orðing kundi verði


“18) Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands,har løntakarin annaðhvørt er sosialt tryggjaður í arbeiðslandinum; ella hevur nøktandi eftirlønarskipan uttanlands, herundir eisini sosial pensjónir, ið TAKS metir er nøktandi, og har inngjaldið annaðhvørt einsæris ella saman við inngjaldi í Føroyum er á sama støði sum kravt í § 2, møguleiki skal vera at gjalda írestandi eftirlønargjald til skipan uttanlands. stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.”

 

Vegna nevndina

Magni Skaale
Formaður