* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Flogfar hjá Widerøe.

Norska flogfelagið Widerøe, sum millum annað flýgur upp á Føroyar, væntar inntøkuna fara at minka í komandi tíðum. Hetta væntar felagið, hóast tað setti met í september við 310.000 ferðafólkum móti 308.000 í mai í fjør.

 

Marknaðarútlitini eru nógv vánaligari komandi mánaðirnar enn seinastu tíðina. Yvirkapasitetur á innanlandrutunum førir við sær, at prísirnir lækka. Haraftrat er eftirspurningurin lægri orsakað av rentuøking, øktum orkuprísum og stórari inflasjón, skrivar Widerøe í tíðindaskrivi.

 

- Niðurkølingin í norska búskapinum er ógvuliga virkin, og ikki óvæntað ávirkar tað eisini eftirspurningum eftir flogferðum, sigur Christian Skaug, stjóri í Widerøe.

 

Sum avleiðing av støðuni hevur Widerøe tikið eitt flogfar úr flotanum.

 

Kelda: e24.no