* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd. Ole Berg-Rusten / NTB

Norska flogfelagið, sum flýgur upp á Føroyar, Widerø, væntar ein harðan vetur. Brennievnið og veika norska krónan gevur kostnaðaravbjóðingar fyri felagið, sum kemur út við einum veikari oktober enn ætlað.

 

Flogfelagið Widerø flutti 303.000 ferðafólk í oktober, og tað er ein øking upp á tvey prosent samanborið við sama mánaða í fjør. Kortini vóru tað færri ferðafólk, enn flogfelaði vónaði, skrivar Widerø í einum tíðindaskrivi.

 

- Oktober varð nakað veikari enn ætlað. Tvørrandi útlit eyðkenna støðuna, hóast bókingarmynstrið byrjar at nærkast “normalstøðuni”, sigur samtaksstjórin, Stein Nilsen.

 

Brennievnið og veika norska krónan gevur kostnaðaravbjóðingar og er krevjandi fyri marknaðin, skrivar felagið.

 

Flogfelagið fyrireikar seg til ein harðan vetur. Tey hava fyrireikað seg upp á ein vetur við minni eftirspurningi.

 

Widerø setur í gong fýra nýggjar uttanlandsrutur úr Bergen, millum annað til Liverpool – til stóra gleði fyri Liverpool-fjepparar.

 

Kelda: Widerø / E24