
Finska tøknifyritøkan Wärtsilä hevur undirskrivað ein fimmára rammu-sáttmála við havnasamtakið Associated British Ports (ABP) um at talgilda raksturin av 21 havnum hjá felagnum.
Avtalan er gjørd millum Wärtsilä Voyage og Associated British Ports (ABP), og hol varð sett á ætlanina í juni í ár.
Hesi fimm árini, sum sáttmálin varir, fara tær 21 havnirnar at fáa sett í verk skipanirnar Navi-Port, Navi-Harbour Vessel Traffic Services og Port Management Information Systems.
Hesar skipanirnar skulu vera við til at seta ferð á talgildingina av havnunum og fáa tær effektivari, burðardyggar og tryggar.
Tað skrivar Wärtsilä í einum tíðindaskrivi.
Kelda: Maritimedanmark/Wärtsilä