
Wärtsilä fær óvæntaða kapping úr Russlandi
Finski motorframleiðarin, Wärtsilä, tók seg í mars út av russiska marknaðinum sum mótmæli móti russiska álopinum á Ukraina. Fyrrverandi starvsfólk hjá russiska dóttirfelagnum hjá Wärtsilä hava nú tikið seg saman um at gera eitt felag, sum skal kappast móti finska móðirfelagnum.
Undir navninum, EMCT – Evolution og Marine Digital Techbologies – bjóðar nýggja russiska felagið tøkniliga hjálp til brúkarar, sum nýta Wärtsila-vørur í Russlandi og arbeiða við at víðarimenna nýggja software- og hardwarevørur, sum kunnu brúkast í staðin fyri Wärtsilä-vørur.
Nýggja felagið leggur eisini ætlanir um útflyta sínar framleiðslur til lond, sum metast vera vinir Russlands.
Millum starvsfólkini í EMCT er fyrrverandi COO í russiska dóttirfelagnum, Andrey Sitkow.
Fleiri teirra fingu tilboð at koma í útlond at starvast í útlendsku deildunum hjá fyritøkuni, men hesum tilboðum havnaðu starvsfólkini.
Kelda: Maritimedanmark