
Í kunngerðini um veiðu eftir svartkjafti fyri 2021 er ásett, at 7.800 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti - stytt VFeSK 2021. Umsóknarfreistin er 20. januar 2021.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskimálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mikudagin 20. januar 2021.
Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði umframt virðisøking av veiðuni.
Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.
Sum nakað nýtt er nú kravt nærri lýsing av, nær royndirnar skulu gerast. Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð (um talan er til matna), og hvussu hesin kemur til høldar.
Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.
Kelda: Fiskimálaráðið