* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vil hava Maersk Line á rætta kós aftur sum skjótast

Næsta ársfjórðing skal endi fáast á fallandi marknaðarlutum og kundaflýggjan.

Søren Toft, rakstrarstjóri í Maersk Line, dylir ikki fyri, at gongdin hjá reiðarínum onki var at reypa av í síðsta ársfjórðingi, og at vend nú skal koma í.

- Vit høvdu ein sera vánaligan ársfjórðing, og vit eru alt annað enn nøgd við úrslitið. Hesum arbeiða bit við at fáa broytt, og ætlanin er, st vit longu í fjórða ársfjórðingi koma aftur til vanlgan marknaðarvøkstur og kundatal, sum vit høvdu í fyrsta og øðrum ársfjórðingi, sigur Søren Toft við Børsen.

Við øðrum orðum skal bingjureiðaríið vinna marknaðarlut og kundar aftur, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir. Men tað verður ikki við avsláttrum í hondini, stafestir Søren Toft fast fyri blaðnum. Álitssemið harafturímóti skal bøtast.

Maersk Line økti umsetningin í triðja ársfjórðingi. Hinvegin vuksu eindarútreiðslurnar, eins og fall var í fluttu nøgdini í tíðarskeiðnum, har annar vøkstur var í heimshøpi.

Kelda: soefart.dk