* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Viking Sun á ultimativu krúsferðina

Reikferðaskipið ella krússkipið hjá Viking Cruise, Viking Sun, sum hevur pláss fyri 930 ferðafólkum, fór hin 31. august á ultimativu reikferðina. Tá legði skipið frá bryggju í London og byrjaði 245 dagar longu ferðina í 111 havnir í 51 londum.

 

Átta mánaðar langa reikferðin byrjaði altso í London, og haðani varð kósin sett móti Skandinavia. Seinni verður leiðin løgd móti Karibia, Suðuramerika, Kyrrahavinum, Avstralia og Asia, áðrenn skipið setur kós aftur ímóti Miðjarðarhavinum og Norðurevropa.

 

Túrurin kostar 92.990 dollarar ella góðar 630.000 krónur fyri hvørt ferðafólk. Tá er talan um, at búð verður á fínaplássi, alt uppihald er íroknað, og tað eru allar útferðir eisini.

 

Tólv ára gamla reikferðaskipið hevur 465 kahúttir við svala, 10 matstovur, svimjihyl, spa, útsýnar-uppihaldsstovu, bókasavn og stórt leikhús.

 

Hinvegin er onki kasino og ongi børn verða heldur umborð.

 

Kelda: Maritime Danmark