* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hetta er leiðin, sum Venta Maersk hevur siglt: Landnyrðingsleiðin norður um Russland og Sibiria.

Venta Maersk hevur siglt gjøgnum landnyrðingsleiðina

Fyri umleið einum mánaði síðan stevndi danska bingjuskipið, Venta Maersk, úr Vladivostok. Nú er skipið komið í Norðsjógvin eftir at hava siglt Landnyrðingsleiðina norður um Russland og Sibiria.

 

Hetta er fyrstu ferð, at eitt bingjuskip hevur siglt landnyrðingsleiðina.

 

Fyrr var tá púra óhugsandi, men bingjuskipið Venta Maersk hevur altso gjøgnumført túrin gjøgnum landnyrðingsleiðina. Ísurin hevur nevniliga flutt seg so mikið nógv, at nú ber til at sigla ígjøgnum.

 

Venta Maersk fór úr russiska kyrrahavsbýnum Vladivostok 23. august, og legði inn í Busan í Suðurkorea. Ferðin gjøgnum Landnyrðingsleiðina byrjaði 6. september. Ellivu dagar seinni hevði Venta Maersk siglt gjøgnum alla Landnyrðingsleiðina.

 

Í løtuni hækkar hitin í Arktis tvífalt so skjótt, sum miðalhitn á jørðini annars. Tað merkir veldugar broytingar í Íshavinum á norðurhálvuni.

 

Seinastu árini hava granskarar savnað upplýsingar um Arktiska Havið. Her hava teir skrásett, at ísurin tekur seg longur og longur aftur, tá hann smeltar um summarið. Samstundis tekur tað alt longri tíð, áðrenn sjógvurin aftur frystur til ís.

 

Kelda: Politiken / DR