* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimshøvini hækka framvegis, staðfestir sætta høvuðsfrágreiðingin hjá ST.

Veðurlagsgranskarar, ein fyrrverandi veðurlagskommisserur og ein atfinnari rósa veðurlagsnevndini hjá ST, IPCC, sum júst er komin við sættu høvuðsfrágreiðing síni. Sum heild er veðurlagið í veruleikanum soleiðis, sum IPCC spáddi í 1990.

 

“Grundleggjandi bendir hetta á, at IPCC hevur rakt rímiliga væl,” sigur Bjørn Lomborg, atfinnari, og sum í dag er leiðari á Copenhagen Consensus, ið er ein hugsunarbanki.

 

Jyllands-Posten skrivar millum annað, at IPCC í 1990 segði, at hitin á jørðini fór at hækka við umleið 0,3 stigum fyri hvørji tíggju ár – við einum spenni upp á 0,2-0,5 hitastig.

 

Tøl frá amerikanska, Nasa, og bretska, Met Office, vísa í dag, at hitin í tíðarskeiðnum er hækkaður við millum 0,23 og 0,27 stig fyri hvørji tíggju ár – alt eftir, hvussu mátingarnar eru gjørdar.

 

IPCC skrivaði eisini í 1990, at sjógvurin í heimshøvunum fór at hækka umleið 18 sentimetrar við einum spenni upp á 8 til 29 sentimetrar. Sambært amerikanska NOAA er havið hækka við umleið 9 sentimetrum frá 1990 til 2020, og seinnu árini er tað  hækkað eitt sindur skjótari.

 

Kelda: Jyllands-Posten