* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vandamikið við vápnaðum vaktarhaldi í Hormuzsundinum

Nú verða handilsskip ávarað ímóti at nýta vápnaðar vaktir í Hormuzsundinum, tí ein skotbardagi í spenta umráðnum kann fáa álvarsligari avleiðingar, enn nakar kann at ímynda sær.

 

Tað er International Chamber of Shipping, sum kemur við ávaringini.

 

- Latið vera við at brúka vápnaðar vaktir í hesum sjóøkinum, eru boðini frá Guy Platten, sum er aðalskrivari í International Chamber of Shipping.

 

Í útgangsstøðinum er tað ikki ólógligt at hava vápnaðar vaktir í Hormuzsundinum, men so at siga ongi lond í Flógvanum loyva vápnum umborð á skipum, sum koma í havn.

 

Bretska trygdarfelagið, MNG Maritime, rekur eina flótandi vápnagoymlsu 26 fjóðringar úr strondini á Sameindu Arabisku Emiratunum. Vápnagoymslan er undir bretskum herræði.

 

- Vápnaðir vaktir er ikki loysnin. Tað týdningarmesta í sjóøkinum eru fleiri eygu og fleiri oyru at vera á varðhaldi – serliga at hyggja eftir, hvat hendir aftanfyri skipini, sigur Gay Platten.

 

Kelda: Maritime Danmark