* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Avstralsku sjóferðslumyndugleikarnir hava fyri fyrstu ferð yvirhøvur útilokað eitt skip úr avstralskum sjóøki - í tvey ár. Stongsulin hevur rakt eitt eldri “livestockskip” ella djóraflutningsskip. Komið varð fram á skipið, sum sigldi við holi í skrokkinum. Nú verður tað flutt út úr avstralskum sjóøki.

 

Avstralsku myndugleikarnir funnu útav, at skipið sigldi í avstralskum sjóøki norðanfyri Avstralia hin 3. november í fjør við stórum holi í skrokkinum, og skipið fekk boð um at fara í nærmastu havn alt fyri eitt.

 

Seinastu tveir mánaðirnar hava avstralsku myndugleikarnir samskift við reiðaríið, fyri at fáa loyst málið. Men í farnu viku varð skipið tikið umborð á “heavyload” skipið, MV Falcon, sum skal ferma tað trygt út úr avstralskum sjóøki.

 

Samstundis fekk eigarin boð um, at skipið hevur forboð móti at sigla í avstralskum sjóøki komandi 24 mánaðirnar.

 

- Hetta er ein avgerð, sum sjóferðslumyndugleikarnir hava tikið. Hetta er fyrstu ferð, at eitt skip hevur fingið forboð fyri at koma í avstralskt sjóøki í so langa tíð, og tað fer ivaleyst at ávirka handilsliga raksturin hjá skipinum, sigur leiðarin hjá avstralsku sjóferðslumyndugleikunum, Allan Schwartz.

 

- Eigararnir og brúkarnir hava einki lagt í viðlíkahaldið av Barkly Pearl, og teir hava sett manningina í vanda eins og teir hava sett umhvørvið í avstralskum sjóøki í vanda, verður eisini sagt.

 

91 metrar langa skipið er 3.280 dwt, og Cattle Line One í Singapor eigur tað. Skipið varð smíðað í 1993, og tað er skrásett á Marshalloyggjunum.

 

Kelda: Maritimedanmark / Australian Maritime Safety Authority