* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fleiri alheims flutningsrisar ávara um eitt ógvusligt skrædl fyri framman.

 

“Heimsins flutningsskipanir eru á markinum at detta fullkomiliga saman.” Tað stendur í einum almennum brævi til ST, til leiðarar heimsins, Heimsheilsustovnin og til ILO.

 

Tað skrivvar norski miðilin, Børsen.

 

“Flutningsarbeiðsfólk hava hildið heimshandilin í gongd í rættiliga krevjandi umstøðum undir koronufarsóttini, og vit hara serliga roynt at fáa koppingarevni og verndarútgerð fram til móttakararnar. Síðan farsóttin byrjaði, hava vit hart og týðiliga mælt heimsins stjórnum at tryggja fría ferðslu aftur og fram fyri flutningsarbeiðararnar. Men ferð eftir ferð eru vit svikin,” verður millum annað sagt í óvanliga og almenna brævinum.

 

Altjóða felagið fyri vegaflutning IRU, Altjóða luftferðslufelagið IATA, Altjóða reiðarafelagið ICS og Altjóða flutningssamtakið (ITWF) setur fram tvey krøv fyri flutningsarbeiðsfólk:

 

·      Frælsað og trygga ferðslu tvørturum landamørk fyri altjóða flutningsarbeiðsfólk.

·      At verða tikin longur fram í koppingarrøðini sambært venjingarreglur, sum Heimsheilsustovnurin langt síðan hevur stungið út í kortið.

 

“Stjórnarleiðarar hava ikki lurtað og hava ikki tikið ábyrgd. Í staðin hava teir skyldað hvør upp á annan,” verður eisini sagt í umrødda brævinum.

 

Tey fýra altjóða áhugafeløgini undirstrika, at tey samanlagt standa fyri meira enn 20.000 milliardum amerikonskum dollarum av heimshandlinum. Limafyritøkurnar hava meira enn 65 milliónir flutningsarbeiðsfólk í arbeiði, bæði innan flutning eftir vegunum, hjá flogfeløgum og í handilsflotanum.

 

Ein av avleiðingunum er, at tað framhaldandi er trupult at fremja manningarskifti, undirstrikar frágreiðingin.

 

“Ein altjóða veitingarketa, sum longu er við at syndrast, er undir uppaftur størri trýsti sum avleiðing av myndugleikanna líkasælu. Týdningarmiklar vørur sum elektronikkur, matur, brennievni og heilsufrøðilig útgerð sum til dømis heilivágur er rakt. Samstundis sum eftirspurningurin frá brúkarunum økist, síggja seinkingarnar út at gerast verri til jóla og longur inn í næsta ár,” verður sagt í hvassa brævinum til ST.

 

Kelda: Børsen, Noregi