
Fyrr í hesum mánaðinum varð seismikkskipið, Oceanic Phoenix, sum hevur ligið svínabundið við bryggju í Måløy í Noregi í 17 mánaðir, sleipað til Danmarkar til upphøggingar. Og her verður roknað við, at fleiri seismikkskip koma til upphøggingar komandi árini.
Tað er felagið, Smedegaarden, í Esbjerg, sum skal høgga seismikkskipið upp.
- Tað er rætt, at vit hava keypt skipið til “endurumferð” (resirkulatión) her hjá okkum, sigur Morten Smedegaard, við norska miðilin, Skipsrevyen.
Tað var Henning Smedegaard, ið stovnaði felagið í 1962, og synirnir, Morten, Eddie og Klaus yvirtóku tað í 2014. Smedegaarden hevur umleið 60 ára royndir við at høgga skip upp, og eru millum umhvørvisvinarligastu skipasmiðjurnar av sínum slag í Evropa.
Fyrr í heyst yvirtók felagið norsku ferjuna, MS Etne, sum eisini verður upphøgd á skipasmiðjuni.
- Vit eru byrjað at hyggja eftir, hvussu vit skulu taka skipið sundur, og vænta, at alt arbeiðið verður liðugt í juni næsta ár, sigur Morten Smedegaard.
Seinast seks árini hevur Smedegaarden høgt sjey seismikkskip upp, teirra millum “Northwest Searcher” í 2018, sum tá hevði ligið við bryggju í Noregi í fleiri ár.
Morten Smedegaard vænta at fáa fleiri seismikkskip til upphøggingar komandi árini, tað er bara ein spurningur um tíð.
Kelda: Skipsrevyen