* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vænta betri dagar fyri turrfarmamarknaðin

Reiðaríið Wilson í Bergen ætlar at brúka góðar hálvthundrað miljónir krónur upp á tvey smærri turrfarmaskip.

Turrfarmareiðaríið hevur í umbúna at keypa tey bæði farmaskipini MV Hanseatic Trader og MV Wilson Holla upp á 4345 deyðvekttons fyri tilsamans 5,8 miljónir evrur.

– Keypið stuðlar upp undir langtíðar trúnna hjá Wilson á marknaðin og hetta slagið av skipum, skrivar reiðaríið í eini fráboðan.

Úrslitini eru vorðin betri í seinastuni hjá Wilson, sum eisini í fjørsummar keypti tvey skip, sum longu sigldu fyri felagið.

Reiðaríið rekur eisini longu í dag MV Wilson Holla (2002), men samlaði flotin hjá reiðarínum við keypinum av tí nærum 17 ára gamla MV Hanseatic Trader økist til 118 skip.

Eftir ætlanini skulu skipini yvirtakast í fyrsta ársfjórðingi av 2018 og umdoypast til Wilson-nøvn.

Meginparturin av keypsfíggingini er eginpeningur.

Wilson seldi á heysti 2016 sítt bingjuvirksemi til Samskip fyri 2,5 miljónir evrur eins og fleiri gomul turrfarmaskip eisini vórðu seld. Í 2015 bílegði reiðaríið trý spildurnýggj skip úr Kina.

Kelda: e24.no