* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Tender

Saman við The Ocean Cleanup hevur “Maersk Tender” júst endað ein roynd við blandaðum biobrennievni fyri at minka um CO2-útlátið. Og royndin gekk væl.

 

Tað var í vár, at Mærsk Supply Service saman við The Ocean Cleanup fór undir eina roynd við blandaðum biobrennievni í dieseloljuni á einum skipi, sum er í drift.

 

Maersk Tender varð valt til uppgávuna á einari plastikkleiguuppgávu í Kyrrahavinum í byrjanini av juli í ár.

 

Partarnir keyptu HVO-biobrennievni (Hydrotreated Vegetable Oil) og blandaðu tað í lutfallinum 15 prosent HVO og 85 prosent marinediesel við lágum svávulinnihaldi. Síðan fór skipið á tvær seks-vikur arbeiðsferðir við blandaða brennievninum.

 

Nú er gjørt upp, at samlaða CO2-sparingin var upp á 13,5 prosent. Av hesum var CO2-sparingin 90 prosent í tí partinum av brennievninum, sum var plantuolja.

 

Tað upplýsir reiðaríið fyri danska miðlinum Søfart.

 

Kelda: Søfart