* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Við Russlandi úti í kuldanum orsakað av krígnum millum Russland og Ukraina, kemur samstarv og umhvørvið í Arktis í trupulleikar. Nú ætlan norðurlendsk yvirmannafeløg at gera nakað við málið.

 

Á einum felags fundi millum yvirmannafeløgini (Nordic Navigators) gjørdust tey seks feløgini samd um at menna ítøkilig politisk mál til til tess at tryggja hetta sjóferðsluøkið.

 

Tað skriva feløgini í felags boðum.

 

- Ferðslan í Arktis veksur støðugt, men trygdarkrøvini og stuðulin hevur ikki fylgt við. Vit eru øll samd um, at hetta kann veita umhvørvinum trupulleikar, og limir okkara og ferðafólk umborð á skipum í Arktis. Vit mugu arbeiða saman til tess at rætta støðuna upp, sigur Hans Sande, sum er formaður fyri norðurlendska felagssamtakið, og arbeiðir í norska navigatørfelagnum.

 

Stigið til, at norðurlendsku navigatørarnir skulu samstarva um trygdinga í Arktis, varð skotið upp frá Lederne Søfart, sum eisini stendur á odda fyri politisku menningini.

 

Kelda: Søfart