* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

USA loyvir ferjusigling til Kuba

Fleiri amerikonsk reiðarí hava fingið loyvi frá amerikanska handilsmálaráðnum til at seta ferjur í sigling millum USA og Kuba. Loyvini eru givin til Havana Ferry Partners í Fort Lauderdale, United Caribbean Lines Florida í Orlando, Baja Ferries, United Americas Shipping Services og Airline Brokers, øll úr Miami.

”Henda stigið er eitt stórt fet framá. Gongst alt eftir ætlan, verður klárt at fara undir rutusigling í september”, sigur Joseph Hinson, formaður í United Americas Shipping Services.

Hetta er fyrstu ferð síðani USA setti handilsforðingar í verk móti Kuba í 1960, at rutusigling aftur verður loyvd millum tey bæði londini. Kuba skal tó góðkenna ruturnar úr Florida. Avmarkingar eru á, hvør fær loyvi at reka ruturnar og nær tær byrja.

Góðkennir Kuba ferjuruturnar, sleppa bert góðkend USA-ferðandi í 12 bólkum at ferðast á hesum rutunum, m.a. í sambandi við familjuvitjanir. Amerikanskir ríkisborgarar sleppa tó ikki at sigla til Kuba, fyrrenn amerikanska senatið hevur góðtikið hetta.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, tók í desember í fjør stig til at endurskipa diplomatisku sambondini við Kuba og seta eina røð av handils- og ferðaforðingum úr gildi.

Kelda: standby.dk