* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amerikanska eykagoymslan av olju.

Joe Biden fer væntandi at kunngera í dag, mikudagin, at marknaðurin fær 15 milliónir føt av olju aftrat úr amerikonsku eykagoymslunum, sambært ein framstandandi tænastumann.

 

Tað snýr seg um seinastu 15 milliónir føtini av í alt 180 milliónir føtum, sum Biden-umsitingin kunngjørdi í vár sum svar upp á prísvøksturin, ið var knýttur at russiska álopinum á Ukraina, sigur tænastumaðurin. Hann vil vera ónevndur.

 

Í eini røðu í dag fer forsetin at gera greitt, at umsitintin er tilreiðar at seta í verk eina stóra sølu aftrat úr eykagoymslunum gjøgnum veturin, um tørvur verður á tí.

 

Tænastumaðurin vísir á eykagoymslurnar hjá USA, sum innihalda meira enn 400 milliónir føt av olju.

 

Ætlanin hjá Biden er at fylla oljugoymslurnar uppaftur, so skjótt sum prísirnar koma niður millum 67 og 72 dollarar fyri fatið, sambært dulnevnda tænastumanninum.

 

Kelda: E24