* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tvey skip av hesum slagnum letur USA nú Ukraina.

USA gevur Ukraina tvey smærri herskip

Amerikanska sjóverjan ger í løtuni klárt at flyta tvey smærri herskip, Drummond og Cushing, til Ukraina. Hetta er ein gáva til ukrainsku stjórnina. Fyri at vísa stjórnini í Kiev álit og virðing, var ukrainski forsetin, Petro Poroshenko, boðin við til handanina í gjár.

 

Avtalan er komin í lag eftir víðkaða stuðulin, sum USA vil veitir Ukraina í herda spenninginum millum ukrainskar og russiskar herdeildir í Azov-havinum.

 

Tá Russland hertók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014, svaraði USA aftur við revsitiltøkum móti russiska orkuídnaðinum og byrjaði samstundis at stuðla Ukraina hernaðarliga. Í ár hevur USA stuðla Ukraina beinleiðis við vápnum – millum annað við hundraðtals anti-stríðsvagnarrakettum. Rakettirnar verður brúktar í áhaldandi stríðnum við pro-russiskar separatistar har eysturi í Ukraina.

 

Nú fær Ukraina so eisini tvey smá herskip frá USA.

 

Kelda: Maritime Executive