* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kinesisk herskip.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett amerikanskum ríkisborgarum og amerikanskum fyritøkum forboð fyri at eiga partabrøv í 31 kinesiskum fyritøkum, teirra millum CSSC, sum er heimsins størsta skipasmiðjusamtak.

 

China State Shipbuilding Corporation / CSSC eigur millum annað skipasmiðjurnar, Dalian Shipbuilding Industry, Shanghai Waigaoqiao Shipbuilding og Hudong-Zhonghua Shipbuilding, og samtakið hevur heimsins størstu ordrabók og størstu søluna í heiminum.

 

Umframt at smíða alskyns skip, smíða skipasmiðjurnar eisini skip til kinesiska flotan, millum annað fregattir, oyðarar, kavbátar og flogberar, alt skip, sum eru ein hóttan móti USA, og tískil eru feløgini, sum eiga skipasmiðjurnar, eisini ein hóttan móti USA.

 

Bannið móti at eiga partabrøv í teimum 31 fyritøkunum, sum allar hoyra til hernaðarlig-ídnaðar-samtøk í Kina, verður sett í verk 11. januar 2021, nakrar fáar dagar áðrenn Donald Trump fer frá sum amerikanskur forseti.

 

Kelda: Maritime Danmark