* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Amerikanska sóverjan, US Coast Guard, hevur leyslatið bingjuskipið Rotterdam Express, eftir at sjóverjan mikudagin í farnu viku var umborð á skipinum og kannaði, um tað kann setast í samband við ein stóran oljuleka út fyri Kalifornia.

 

Hapaq-Lloyd eigur Rotterdam Express, og her sigur eitt umboð við Reuters, at amerikonsku myndugleikarnir hava fríkent týska bingjuskipið, sum sostatt slapp at halda fram leið sína.

 

- Vit eru ikki longur undir illgruna, sigur umboðsmaðurin, Nils Haupt, við Bloomberg.

 

Amerikonsku myndugleikarnir gjørdu av at kanna Rotterdam Express, tí fylgisveinamyndir vístu, at týska bingjuskipið var tættast við stóra oljulekan.

 

Kanningar, sum US Coast Guard nú hevur gjørt, vísa, at rørkaðalin varð hálaður 30 metrar eftir havbotninum, og at 500.000 litrar stóri oljulekin stavaði frá einari 33 sentimetrar langari rivu í kaðalinum.

 

Skip, flogfør og ruddingarlið úr landi eru framvegis í ferð við at fáa mest møguligt av oljuni upp úr sjónum. Men longu nú er djóralívið í økinum hart rakt.

 

Kelda: Maritimedanmark