* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Upphøggingar-skipasmiðja í Bangladesh.

Tað kostaði sjey arbeiðsfólkum lívið at fara til arbeiðis á upphøggingar-skipasmiðjum í Bangladesh triða ársfjórðing í ár. Tað sæst í upplýsingum frá viðurkenda NGO-felagsskapinum, Shipbreaking Platform.

 

Tey sjey, sum fórust í vanlukkum á upphøggingar-skipasmiðjum í Bangladesh triðja ársfjórðing í ár, doyðu í sveisivanlukkum,  av stálkonstruksjónum, sum duttu niður, av døttum og av vandamiklum kemikalium.

 

Seinastu, sum doyðu, vóru tveir menn, annar 26 ára gamal og hin var 36 ára gamal. 26 ára gamli maðurin doyði, tá hann datt niður av einum skipi, sum var til upphøggingar, og 36 ára gamli maðurin doyði, tá ein stálplát datt niður yvir hann.

 

NGO-Shipbreaking Platform mælir til, at skipaeigarar lata vera við at senda skip síni til upphøggingar, har trygdin ikki er ílagi.

 

Kelda: Maritimedanmark