* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
M.A.R.S. - skipasmiðjan í Frederikshavn.

Teekay hevur valt upphøggingar-smiðju í Frederikshavn at standa fyri endurnýtslu og grønari avmontering av 250 metrar longur frálandsskipi.

 

Tað verður Modern American Recycling Services Europe (M.A.R.S.) í Frederikshavn, sum skal pensjónera ‘Petrojarl Foinaven’.

 

‘Petrojarl Foinaven’ er 250,2 metrar langt og varð tikið í nýtslu í 1996 og hevur verið í Foinaven-økinum síðan 1997. Fóinaven-leiðin var fyrsta djúphavs-útbyggingin vestan fyri Hetland.

 

Sambært M.A.R.S. snýr sáttmálin seg um verkætlan, klárgerðing, avmontering og grøn endurnýtsla av skipinum.

 

- Vit eru ógvuliga errin av at fáa eitt arbeiði frá Teekay aftrat. Tað er eitt sterkt “signal” um, at vit í Danmark arbeiða við hágóðsku, sigur Kim Thygesen, í sambandi við ordran.

 

Kelda: Søfart