* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Unifeeder á veg til at verða selt

Nordic Capital ætlar annaðhvørt at selja ella skráseta danska feeder- og shortsea- operatørin Unifeeder á keypskálanum.

Beint undan nýggjárinum gjørdi eigarin av Unifeeder, Nordic Capital, avtalu við teir báðar íløgubankarnar, Jefferies og Citi, um at royna at selja felagið. Í øðrum lagi kann tilgongdin enda við eini skráseting á keypskálanum. Tað skrivar Berlingske Business.

Í 2013 keypti Nordic Capital Unifeeder frá bretska kapitalgrunninum Montagu fyri umleið fýra mia. krónur.

So seint sum í november í fjør tók fyrrverandi stjórin í A.P. Møller - Mærsk, Nils Smedegaard Andersen, við sum nýggjur nevndarformaður í Unifeeder. Hann vil ongar viðmerkingar gera um tilgongdina, skrivar Berlingske, sum heldur ikki kundi fáa eina viðmerking frá Nordic Capital.

Netverkið hjá Unifeeder fevnir í dag um 96 havnir í Norður- og Vesturevropa, Miðjarðarhavinum umframt í Svartahavinum. 

Kelda: soefart.dk