* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Á bryggjuni í Orkanger stutt eftir vanlukkuna.

Ungur maður doyði av bingju

Ein av manningini á portugisiska bingjuskipinum, NCL Svelgen, sum er statt í Tromsø í Noregi, er deyður av einari bingju. Um hann varð kroystur millum tvær bingjur ella um bingjan onkursvegna hevur rakt mannin, er enn ógreitt.

 

Tað var ein maður í 20-unum, sum doyði umborð á NCL Svelgen, meðan skipið lá í Orkanger, nærindis Tróndheim, í Noregi. Norskir myndugleikar kanna í løtuni vanlukkuna.

 

“Tøknilið eru í løtuni umborð á skipinum og kanna, hvør orsøkin til vanlukkuna er. Fólk verða eisini avhoyrd, so vit kunnu gera okkum eina mynd av, hvat er hent, sigur Stig Roger Olsen, átaksleiðari hjá løgverjuni í Trøndelag, við NRK.

 

NCL Svelgen, sum er skrásett í Portugál, er javnan í havnini í Orkanger, sum er nærindis Tróndheimi.

 

Portugisiska bingjuskipið liggur framvegis í Orkanger.

 

Kelda: Maretime Danmark og NRK