* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fregattin, KNM Helge Ingstad, liggur sokkin inni við land í Noregi.

Undirsjóvarmyndir vísa stóran skaða á norskari fregatt

Norska sjóverjan hevur almannakunngjørt livandi undirsjóvarmyndir av skaðunum, sum fregattin “Helge Ingstad” fekk, tá hon sakk eftir ein samanstoyt herfyri.

 

Í sjónbandaupptøkunum sæst fyri fyrstu ferð, hvussu umfatandi skaða, norska fregattin hevur fingið. Fregattin varð rakt har afturi á skipinum, og sjógvur fossaði inn í goymslur, lugar, generatorrúm, maskinrúm og kervisrúm.

 

Tað var stóra akkerið á tangaskipinum, sum rakti Helge Ingstad.

 

Opið inn í fregattina er átta metrar høgt.

 

Ein av manningini sigur soleiðis um sjálvan samanstoytin:

 

- Eg helt tað bara vera maskinan ella aldur, og royndi at sova. Men so hoyrdi eg róp úti á gongini, og rópini snúðu seg um leka, sigur ein av manningini við norska kringvarpið, NRK.

 

Minukavarar hava seinastu dagarnar tikið missilir ella rakettir upp av skipinum, og tað er ikki vandaleyst.

 

- Rakettirnar eru tiknar upp fyri at minka um vandan, tá skipið skal hevjast upp av botni. Hetta er avbjóðandi arbeiði, og treytin er, at Helge Ingstad liggur tryggur, og at veðrið er gott. Tað er eisini ein vandi við yvirhøvur at kava, har tú ikki heva beinleiðis atgongd og útsýni til yvirflatuna. Men minukavarar eru vandir til sovorðið arbeiði, og vit royna at syrgja fyri, at arbeiðið er so vandaleyst sum tilber, sigur Berdal, orlogskapteynur, við NRK.

 

Nýggjar royndir at hevja fregattina verða gjørdar í fyrsta lagi 25. desember.

 

Kelda: NRK


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=peQjN0LSsy8]
Sjónbandaupptøkur av norsku fregattini, Helge Ingstad, sum sakk eftir ein samanstoyt við ein tangabát herfyri.