* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av stóru bingjuskipunum hjá Hapag-Lloyd.

Hóast nógv teirra framvegis verða rikin við tungolju, so er framvegis talan um nógv umhvørvisvinarligasta slagið av farmaflutningi.

 

Tosað verður um binbjuskipið. Eitt bingjuskip einsamalt fermir meira enn 1.500 farmaflogfør av slagnum, jumbojet. Túsundvís av stórum lastbilum (treylarum) skulu til at flyta somu nøgdina, og nógvir fjórðingar av góðstokum. Men í løtuni verður nógv gjørt fyri, at bingjuskipini skulu verða umhvørvisvinarligari.

 

Yvir til LNG

Norska Skipsrevyen skrivar, at eitt av heimsins størstu bingjuskipa-reiðaríum, Hapag-Lloyd AG, er í gongd við at fara frá tungolju og yvir til LNG í staðin. Samtaksstjórin í Hapag-Lloyd, Rolf Habben Jensen, sigur, at komandi 20 árini skulu øll skipa teirra sigla upp á LNG.

 

- Longu nú máta vit útlátið av veðurlagsgassum hjá øllum skipum okkara, og tað eru tvær grundir til tað. Í fyrsta lagið vilja vit hava fullkomið yvirlit yvir okkara útlát, soleiðis at vit hava nakað at samanbera við og at arbeiða út frá. Samstundis fáa vit gott yvirlit av brennievnisnýtsluni. Ætlan okkara er at minka um nýtsluna av brennievni, og vit vilja eisini minka um útlátið av veðurlagsgassum, sigur hann.

 

Hapag-Lloyd er heimsins fimti størsta bingjureiðarí.

 

Kelda: Skipsrevyen