* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskip við bryggju í Longyearbýnum á Svalbard.

Reikferðaskipið “Meravigliga” við 4.500 ferðafólkum og einari manning upp á 1.500 við bryggju í Longyearbýnum á Svalbard. Skipsrevyen hyggur at, hvat økta ferðslan við reikferðum merkir fyri tilbúgvingina í Arktis.

 

- Hvørjar avbjóðingar hevur tað, at stór reikferðaskip alt oftari kom til Arktis, spyr Odd Jarl Brock, sum arbeiðir í Nordlab í Bodø.

 

Hann vísir á, at í løtuni verða eini trýati rannsóknar-reikferðaskip smíðað við plássi fyri millum 100 og 700 ferðafólkum umborð á hvørjum skipi. Tað eru nýggj ferðavinnufeløg og reiðarí. Nýggj tøkni, og fleiri teirra eru útgjørd at sigla í ísi. Tað kann merkja nýggjar farleiðir við nýggjum manningum.

 

- Tað er týdningarmikið, at hava læruna við okkum eftir hendingina við Viking Sky á Hustadvika í 2020, sigur Odd Jarl Brock.

 

Tá fekk reikferðaskipið, Viking Sky, stórar trupulleikar í vánaligu veðri, og við ættini at landi. Fleiri av ferðafólkunum vórðu tikin upp í tyrlur, at forða fyri stórari vanlukku.

 

Odd Jarl Broch er við í nevndararbeiðnum við tilbúgving á Svalbard.

 

- Vit síggja, at reikferðaskip fara inn í økir við vánaligari tilbúgving, eisini tíðir á árinum, tá tilbúgvingin sum heild er á lágum blussi. Tað ger møguliga, at reiðarí sjálvi meta nágreiniligari um tilbúgvingina, eisini um egna tilbúgving, sigur Odd Jarl Brock.

 

Hann sigur, at tað er heilt nátúrligt at umhugsa avmarkingar í skipasløgum og møguligum tíðum at sigla – alt eftir, nær á árinum, siglt verður, leggur Odd Jarl Brock dent á.

 

Kelda: Skipsrevyen