
Fýra mánaðar langa ferðin til USA og Karibia var frammanundan lyft upp til nakað heilt serligt hjá nýggjasta flogberanum hjá Royal Navy, HMS Prince of Wales. Men ferðin miseydnaðist fullkomiliga.
Stutt eftir fráferðina úr Portsmouth fekk 26 milliardir krónur dýri flogberin trupulleikar, og noyddist at tveita akkerið í ein útsynning úr Isle of Wight. Óváttaðar keldur vilja vera við, at álvarsligir trupulleikar vóru við róðurakslinum.
Tað hendir sjáldan, at bretski flotin Royal Navy ger viðmeringar til leysatíðindi om tøkniligar trupulleikar, men í hesum málinum hevur ovastin á HMS Prince of Wales avgjørt at viðmerkja málið.
- Vit kunnu vátta, at aksilin og róðrið hava fingið umfatandi skaða, men eingin skaði er á restini av skipinum, sigur Steve Moorhouse, admirálur á Twittter.
Royal Navy er í løtuni holt við at støðla skipið, áðenn tað vendir við aftur til Portsmouth.
Systurskipð, HMS Queen Elizabet, hevur yvirtikið part av ferðini til USA og Karibia.
Kelda: Maritimedanmark