
Nú fýra kornskip eru farin trygt út gjøgnum minuøkið uttan fyri ukrainsku havnirnar, skjýtur Ukraina upp at víðka avtaluna millum Ukraina og Russland til eisini at fevna um at útflyta til dømis jarn. Russland hevur onga viðmerking gjørt til ynskini hjá Ukraina.
Uppskotið kom, eftir at farmaskip fóru úr Chornomorsk og Odessa við í alt 58.000 tonsum av ukrainskum korni.
Avtalan um at lata upp fyri útflutningi av ukrainskum korni varð undirskrivað millum Ukraina og Russland í farna mánaði. ST var eisini við í samráðingunum.
“Avtalan snýr seg um logistikk – um sigling gjøgnum Svartahavið”, sigur ukrainski vara-búskaparráðharrin, Taras Kacka, við Financial Times.
Hvat er munurin – at flyta jarn og korn, spyr Taras Kacka.
Í avtaluna liggur eisini, at Russland er byrjað at útflyta korn og fóður.
Kelda: Maritimedanmark