* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Týsku myndugleikarnir trúgva einki uppá, at lekarnir á gasskaðalinum Nord Stream 1 og Nord Stream 2 bara eru óhapp. Ónevndar keldur tætt at stjórnini siga við eitt týskt blað, at talan helst er um eitt málrættað álop.

 

- Alt talar ímóti, at talan skal hava verið um eitt óhapp, so beinleiðis er útmeldingin frá einari ónevndari keltu, sum arbeiðir tætt at týsku stjórnini, við berlinarblaðið Tagesspiegel.

 

Frá almennari týskari síðu er framvegis eingin útmelding um lekarnar, sum eru funnir í fleiri støðum á gassleiðingini, í sjóøkinum millum Bornholm og svensku strondina, og sunnan fyri Bornholm.

 

Danska TV2 hevur tosa við danskan hernaðargreinara, og hesin dugir illa at síggja endamálið við einum tilætlaðum álopi á gassleiðingina.

 

- Tað er natúrligt, at tað beinanvegin verður hugsað um sambandið við kríggið millum Russland og Ukraina ella gasskreppuna, men beint nú haldi meg ikki duga at síggja, hvat sambandið skuldi verið. Ansast skal eftir, ikki at tulka alt, sigur Anders Puck Nielsen, hernaðargreinari.

 

Kelda: Maritimedanmark