* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Í nýggjari ætlan skulu tvey dótturfeløg hjá Siemens menna eina heilt nýggja vindmyllu, soleiðis at hon kann framleiða vetni (brint) beinleiðis í myllutorninum. Eitt fullført frumsnið skal standa klárt áðrenn 2026. Myllan skal veita vetni til flutnings og ídnað.

 

Við at binda vetnisframleiðslu beinleiðis til eina vindmyllu, sær týski ídnaðarrisin, Siemens, heilt nýggjar møguleikar at minka CO2-útlátið.

 

Nýggja ætlanin skal tvinna saman elektrolýsu-eindina beinleiði við tornið á einari havvindmyllu frá Siemens-Gamesa, rópt SG 14-222 DD.

 

Myllan verður 14 MWm, og tvørmátið á renlinum (rotorinum) verður 222 metrar. Hjá Simens verður roknað við, at myllan, sum verður sett til sølu miðskeiðis í 2020-unum, verður tað, sum fær kundarnar at flokkast um júst teirra havvindmyllur.

 

Andreas Nauen, stjóri hjá Siemens Gamesa, sigur við Reuters, at neyðugt verður at umbyggja stórar partar av mylluni, sum í útgangsstøðinum er ment at framleiða ravmagn.

 

Í einum tíðindaskrivi sigur Siemens, at ein sovorðin mylla, sum hevur tvinnað vetnisframleiðslu í mylluna, megnar at koyra uttan at vera íbundin ravmagns-netið. Á tann ber til at lata upp fyri orkuframleiðslu í støðum, har tað ikki er møguligt í dag.

 

Vetnið frá myllunum skal flytast í land við rørkaðalum, og virkini, sum taka ímóti vetninum, til dømis stálvirki og virki, ið arbeiða við evnafrøði, skulu tískil ikki vera ov langt burturi.

 

Kelda: Ingeniøren