* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tyrlan, sum bar við eitt skip undir venjing. Mynd: Mads Claus Rasmussen- /Ritzau Scanpix

Tyrla rakti skip undir venjing í Oyrasundi

Ein bjargingartyrla noyddist at neyðlenda í Norðhavnini í Keypmannahavn eftir eitt óhapp, har hon bar við eitt skip. Tað skrivar ritzau-tíðindastovan sambært Søfart.

 

Ein bjargingartyrla noyddist seinnapartin fríggjadagin at neyðlenda í Norðhavnini Keypmannahavn, eftir at hava verið blandað í eitt óhapp undir venjing.

 

Rennilsbløðini (rotorbløðini) raktu eitt sivilt skip, sum var við í venjingini einar fýra fjórðingar úr landi.

 

Ongin varð løstaður í óhappinum, upplýsir danska Verjan, og enn er ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til óhappið.

 

Talan var um eina vanliga og regluliga venjing. Bjargingartyrlan og skip gera venjingar, har tyrlan til dømis skal taka eitt ella fleiri fólk upp av skipi.

 

Kelda: Søfart