* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Í komandi tíðum verða fleiri bunkarskip smíðað til LNG.

Tvífalt so mong LNG brennievnis-skip í 2020

Talið av brennievnis-skipum, sum skulu veita handilsflotanum LNG, verður tvífaldað í 2020, heldur LNG-samtakið, SEA/LNG.

Hesa tíðina til nýggju IMO-krøvini um svávulútlát koma í gildi í 2020, fara vit at síggja tvífalt so mong skip, sum veita brennievni til onnur skip við LNG.

 

Tað metir formaðurin í LNG-samtakinum “SEA/LNG”, Peter Keller.

 

- LNG-infraskipanin er um at vera væl útbygd. Eftir er seinasta strekkið, har ídnaðurin vísir størri áhuga fyri at gera íløgur, sigur hann.

 

Um hann fær rætt í metingum sínum, er kortini talan um eina tvífalding út frá einum rættiliga lítlum tali. Í 2017 kom fyrsta LNG-brennievnis-veitingarskipið á sjógv, og í byrjanini av 2018 eru fimm skip komin aftrat.

 

Ein avgerandi spurningur, tá reiðarí skulu meta um, hvørt tað er rætt at lata smíða eitt skip, sum verður rikið við LNG, er, um tað yvirhøvur er gjørligt at fáa LNG, har skipið verður sett í sigling.

 

Í hesum sambandi hevur SEA/LNG gjørt ein dátugrunn, har til ber at síggja, hvar í heiminum til ber at bunkra LNG.

 

Millum feløgini handan SEA/LNG eru General Electric Marine, Mitsubishi, Wãrtsila, DNV-GL, Lloyd’s Register, Engie, ENN Group, Shell Downstream, Qatargas, Carnival Corp., NYK Line, Tote Maritime og Rotterdam Harbour.

 

Kelda: Søfart