* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Líkini av 94 prosent av teimum flóttafólkum, sum doyðu á ferðini móti Spania, eru ikki komin afturíaftur.

Í minsta lagi 4.400 flóttafólk doyðu ella hvurvu í royndini at koma til Spania frá Afrika í 2021.

 

Tað vísa tøl frá altjóða hjálparfelagsskapinum, NGO Caminando Fronteras, sum fylgir væl við flóttafólkastreyminum í økinum, og sum lutar sína vitan við almennar myndugleikar.

 

Mannasmuglarar ella mannahandlarar nýttu serliga nógv rutuna millum Norðurafrika og Kanarisku Oyggjarnar í fjør.

 

Talið er serliga høgt samanborið við árini frammanundan. Í 2020 var talið á deyðum ella horvnum bara helvtin, nevniliga 2.170.

 

Samstundis kann hjálparfelagsskapurin staðfesta, at tey alraflestu, sum ikki megnaðu túrin yvir hav, framvegis ikki eru komin afturíaftur. Data vísa, at 94 prosent av líkunum ikki eru funnin.

 

Sponsku myndugleikarnir meta sjálvir, at umleið 37.500 flóttafólk komu til landið við smábátum frá Norðurafrika í 2021.

 

Kelda: Søfart