* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Turrfarmaskip togað leyst í Norðsjónum

Klokkan 7:15 í morgun eydnaðist sleipibátum at toga turrfarmaskipið 'Glory Amsterdam' av sandrivuni í Norðsjónum, sum skipið hevur staðið á síðani sunnumorgunin. Tað upplýsir týska skaðanevndin.

16.000 tons av barlastvatni vórðu pumpað úr 'Glory Amsterdam', áðrenn skipið fleyt aftur. Síðani kundu teir báðir sleipibátarnir 'Fairmount Summit' og 'Union Manta' toga turrfarmaskipið út á djypri vatn.

'Glory Amsterdam' tók sunnudagin botn 1,3 fjórðing úr týsku oynni Langeoog. 

Tað 225 metrar langa Panamax-skipið var við manning síni upp á 22 mans á veg til Hamborg, tá óhappið hendi.

Skipið verður nú togað inn til Wilhelmshaven.

Kelda: soefart.dk