* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norrøna hevur eina aðra útsjónd, tá hon næstu ferð kemur til Føroya. (Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen)

Umleið 100 milliónir krónur hevur Smyril Line nýtt til umbyggingina umborð á Norrønu seinastu tíðina. Uppstigingin fevnir millum annað um 50 marglætiskømur, og Fayard í Odense ger arbeiðið í samstarvi við Hauschildt Marine.

 

Ætlanin um umfatandi nútímansgerðina ella uppstigingina varð tikin í 2019. Tá valdi reiðaríið Hauschildt Marine at koma við hugskotum og at hava ábyrgdina av arbeiðnum við sniðgeving við 3D-modellum av skipinum.

 

Koronukreppan var tætt við at steðga ætlanini, men eftir gjølliga umhugsan fór reiðaríið kortini í gongd við arbeiðið.

 

- Í byrjanini tyktist tað vónleyst, men vit tóku avgerð um at halda fram, tí einaferð mundi koronukreppan steðga, sigur Jóhan av Reyni, sum er maritimur stjóri í Smyril Line.

 

Eftirspurningurin eftir 4-manskømrum er næstan burtur, og tá varð avgjørt at gera 50 marglætiskømur.

 

Aftrat marglætiskømrunum verður ovasta dekkið umbygt til uppihalsdøki við sera góðum útsýni og við einari spildurnýggjar skybarr.

 

Ætlanin er at fara av Fayard-skipasmiðjuni í Odense 1. mars, og tá verður kósin sett móti Hirtshals.