* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað var í hesari synagoguni í Pittsburgh, at 11 fólk vórðu skotin til deyðis.

Trý haturs-brotsverk í fýra samdøgur: amerikanarar vænta borgarakríggj

Um tað yvirskipað er retorikkurin hjá Trump er óvist, men berlingske.dk skrivar í dag, at 4 av 10 amerikanarum vænta borgarakríggj í USA.

 

Bara eina viku áðrenn miðskeiðisvalið í USA er valdysturin littur av ógvusligum kjaki um, hvør hevur ábyrgdina av fleiri hatskum brotsverkum í farnu viku, og hvussu tað ber til, at hatur og klovningur er farið at merkja amerikanska gerandisdagin.

 

Mikudagin í farnu viku skjeyt og drap ein hvítur maður tveir tilvildarligar afroamerikanarar í einum  handli eftir eina miseydnaða roynd at trongja seg inn í eina kirkju, sum fyri tað mesta litt ganga í.

 

Seinni í vikuni varð ein hvítur maður, sum er bergtikin av Trump, handtikin fyri at hava sent fleiri brævbumbur til framstandandi demokratar.

 

Og leygardagin drap eina jødahatari 11 jødar í einari synagogu í Pittsburgh.

 

Donald Trump hevur tikið greiða frástøðu frá hendingunum, og heitir á allar amerikanarar at standa saman. Versonur Trump, Jared Kushner, og dóttir Trump, Ivanka Trump, eru jødar.

 

Berlingske.dk skrivar, at ikki óvæntað meina demokratar, at hatrið hevur støði í retorikkinum hjá amerikanska forsetanum.

 

Kelda: Berlingske.dk