
Vetrarveðrið er av álvara farið at gera um seg har norðuri í Svøríki, og tískil er stundin komin hjá ísbrótarum at slóða fyri øðrum skipum. Seinasti av trimum ísbrótarum, Atle, fór úr Luleå hendan dagin, meðan ísbrótararnir, Ale og Ymer, hava verið í gongd í eina viku.
- Ale hevur verið í gongd í eina viku, og um veðurforsagnirnar hjá veðurfólkunum halda, so hava vit allar ísbrótararnar í drift um tríggjar vikur, sigur Amund Lindberg, sum starvast hjá “Sjöfartsvärkets” ísbrótaradeild.
Langtíðarforsagnirnar benda á, at tørvur verður á ísbrótarum heilt niður til Kalmar – og møguliga eisini Vänern.
Svensku ísbrótararnir er vorðnir gamlir. Nógvir liggja um 40 ár, og kjakið í Svøríki, um at gera íløgur fyri 6 milliardir svenskar krónur í fimm nýggjar ísbrótarar, hevur vart í langa tíð.
Niðanfyri síggja við eitt innslag hjá svenska TV4.
Kelda: Maritimedanmark