* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tveir av krabbabátunum í Bátsfjørðinum, har mistanki er um trælalíknandi viðurskifti.

Trælasáttmálar hjá norskum útgerðarfelag

Sekstan ”trælasáttmálar” við 18 tímar arbeiðsdegi fyri indonesisk sjófólk eru sendir norsku sendistovuni í Jakarta. Lanes Supply í Bátsfjørðinum hevur eftir øllum at døma skrivað undir sum arbeiðsgevari.

         

- Tað má vera onkur, sum hevur misbrúkt okkara navn, siga systkini, Herdis og Frits Jørgensen, sum eiga umboðsfelagið Lanes Supply í Bátsfjørðinum.

 

Tey meina, at onkur hevur falsað teirra undirskriftir á arbeiðssáttmálunum, tí tey hava í hvussu er ikki undirskrivað, siga tey.

 

Hinvegin játtar Herdis Jørgensen, at hon hevur sæð ein av sáttmálunum, og hon kennir eisini innihaldið í teimum. Hon sigur, at umboð fyri eitt av reiðaríunum vísti henni sáttmálan, men at hon noktaði at undirskriva hann.

 

Norska Dagbladet liggur inni við 16 arbeiðssáttmálum hjá indonesiskum sjófólkum, sum sigla við fýra ymisum snjókrabbabátum, har Lanes Supply er arbeiðsgevari. Treytirnar eru 18 tímar arbeiðsdagur, part í veiðini ”after masters opinion”, og 4000-6000 norskar krónur og eitt kartong av sigarettum um mánaðin sum hýru.

 

Sáttmálarnir eru sendir norsku sendistovuni í Jakarta í sambandi við umsókn um visum.

 

Kendasti norski mannahandils-løgfrøðingurin, Rudolf Christoffersen, heldur sáttmálarnar vera brot á greinina um mannahandil við einari revsirammu upp í 15 ár.

 

Kelda: Dagbladet


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=mxBKTAM1zog]
Sjónband, sum norska blaðið Dagbladet hevur gjørt um trælaarbeiði umborð á norskum snjókrabbabáti.