* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Torm.

Torm hevði 3. ársfjórðing í ár størsta nettoavlopið í felagsins søgu, 217,1 milliónir dollarar. Úrslitið sama tíðarskeið í 2021 eitt hall upp á 14,7 milliónir dollarar. Umsetningurin var upp á 448,1 milliónir dollarar móti 155,5 millionir dollarar í fjør.

 

- Takkað verið sterka marknaðinum fekk Torm besta fjórðingsroknskapin nakrantíð í triðja ársfjórðingi 2022, sigur forsjórin, Jcob Meldgaard.

 

- Eg eri fegin um, at umsiting av kontanum kann gera okkum før fyri at luta 119 milliónir dollalarar sum vinningsbýti til okkara partaeigarar – størsta vinningsbýtið í søgu okkara, sigur Jacob Meldgaard.

 

Í triðja ársfjórðingi fekk Torm TCA-gjøld upp á 44.376 USD/dag (í 2021 var tann upphæddin 12.854 USD/dag.

 

Kelda: Maritimedanmark