* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av heimsins alra størstu bingjuskipum, MSC Gulsun.

Heimsins størstu bingjureiðarí forvinna nú meira pening enn nógvir av heimsins størstu tøkni- og KT-risum.

 

Tað sæst í eini útrokning, sum amerikanska greiningar- og íløgufyritøkan, Blue Alpha Capital, hevur gjørt yvir úrslitini hjá fleirtjóða tøkni-risum sum Facebook, Amazon, Netflix og Google fyri 3. ársfjórðing í ár.

 

Í veruleikanum er yvirskotið hjá reiðaríunum 50 prosent størri enn yvirskotið hjá teimum fýra tøkni-risunum, sum vanliga verða róptir “FANG” sum felagsheiti.

 

Verða Apple og Microsoft tikin við í líkningina, eru avlopini hjá reiðaríunum framvegis 15 prosent størri enn hjá øllum seks tøkni-risunum samanlagt í 3. ársfjórðingi í ár.

 

- Seinastu úrslitini hjá stóru bingjureiðaríunum er uttan samanbering tey bestu í søguni, sigur John McCown, CEO í Blue Alpha Capital, millum annað.

 

Kelda: Søfart