* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Til reiðar at tosa um nýtt rutusamband millum Skotland og Skandinavia

Bretska ferjureiðaríið P&O Ferries er til reiðar at tosa um eina nýggja ferjurutu millum Skotland og Skandinavia. Tað hendir eftir áheitan frá skotska tjóðskaparflokkinum SNP, sum fegin vil hava fleiri ferjusambond við meginlandið. DFDS heldur ikki, at grundarlag er fyri eini nýggjari rutu.

“Vit líta altíð fegin at nýggjum møguleikum, og eru til reiðar at koma á fund við viðkomandi partar at tosa um møguleikan fyri nýggjum ferjusambandi millum Skotland og Skandinavia”, sigur eitt umboð fyri P&O Ferries við internetmiðilin Afloat.

Frá 2011 til 2016 vitjaðu meira enn 15 miljónir skandinavar í Bretlandi. Teir brúktu í hesum tíðarskeiðnum 8,5 miljardir pund í landinum. Inntøkurnar frá donskum ferðafólkum øktust frá 2011 til 2016 við 30 prosentum.

DFDS rak í fleiri ár ferðafólkarutu millum Esbjerg og Harwich. Rutan helt uppat í 2014, ikki minst orsakað av hørðu kappingini frá lágprísflogfeløgunum.

Eitt umboð fyri DFDS sigur við The Sunday Times, at reiðaríið ikki heldur, at fíggjarligt grundarlag er fyri at fara undir eina nýggja ferðafólkarutu millum Skotland og Skandinavia.

DFDS rekur í løtuni einastu ferjurutuna millum Skotland og meginlandið, úr Rosyth til Zeebrugge í Belgia. Rutan byrjaði í 2002 sum ein ferðafólka- og farmaruta. Síðani 2010 hevur rutan burturav verið rikin sum farmaruta.

Kelda: Afloat