* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tangaskipið Zephyr fekk stóran skaða.

105.588 dwt stóra tangaskipið Zephyr stoytti týsdagin saman við bingjuskipið GSL Grania, sum er 7.455 teu stórt. Samanstoyrutirn var í Malakkasundinum – miðskeiðis millum Malakkabý og Singapor. Bæði skipini fingu stóran skaða.

 

Sambært fyribils upplýsingum hevur einki fólk fingið skaða í samanstoytinum, hóast bæði skipini fingu stóran skaða.

 

Sambært skaðunum bendir alt á, at tað var tangaskipið, sum rakti bingjuskipið afturi á hekkuni – aftanífrá.

 

Eftir samanstoytin løgdu bæði skipini fyri akker, og tey liggja framvegis fyri akker tætt við knattstøðuna, har samanstoyturin hendi.

 

Zephyr l var á veg til Kina við fullari last av betimun, sum er eitt svart-brúnt evni, sum stavar frá ráoljuraffinering.

 

Kelda: Maritimedanmark