* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fimtan mánaðir eftir at IMO 2020-svávulmarkið varð sett í gildi, er talið á skipum við skrubbarum nærum tvífaldað - úr 2.011 hin 1. januar 2020 upp í 2.935 hin 1. mars 2021, vísir ein uppgerð hjá BIMCO.

 

Talið á skipum við skrubbarum er býtt út 15,9 prosent av øllum bingjuskipum (28,7 prosent í teu), 11,4 prosent av turrlastskipum (22,7 prosent í dwt.) og 24,5 prosent av øllum ráoljutangaskipum (29,9 prosent í dwt), meðan 4,2 prosent av øllum produkttangaskipum (13,4 prosent í dwt.) hava útvegað sær skrubbarar.

 

- Rákið vísir púra greitt, at tað eru stóru skipini, tey ið brenna mest bunkara, sum hava fingið skrubbarar. Men tað er galdandi fyri øll: Tá ferðaútreiðslurnar eru minni, verður vinningurin størri, argumenterar Peter Sand, shippinggreinari hjá BIMCO.

 

Hvussu góður handil tað er at gera íløgur í skrubbarar velst um munin á kostnaðinum á bunkara við høgum og lágum svávulinnihaldi. Í løtuni liggur munurin millum 100 og 130 dollarar.

 

- Eftir sum munurin á kostnaðinum sær út at vera komin á eitt støðugføstum stigi, eitt sindur omanfyri 100 dollarar fyri tonsið, er sannlíkari, at skipaeigarar og íleggjarar fara at bíleggja skip við skrubbarum í dag, sigur Peter Sand.

 

Kelda: BIMCO